Persónupplýsingar · reliable.fo
Dátuverndarkunning
Hvat vit fáa at vita um teg, tá ið tú vitjar reliable.fo ella skrivar til okkara – og hvat vit gera við tað.
Um hesa kunning
Reliable Solutions byggir og rekur KT-skipanir fyri fyritøkur. Hendan kunningin snýr seg um heimasíðuna reliable.fo (eisini www.reliable.fo, reliablesolutions.fo og www.reliablesolutions.fo, sum vísa víðari hagar) og um teldupost, tú sendir okkum.
Her lýsa vit, hvørjar persónupplýsingar verða viðgjørdar, hví, hvør sær tær, hvar tær eru goymdar og hvussu leingi, og hvørji rættindi tú hevur sambært løgtingslóg nr. 80 frá 7. juni 2020 um vernd av persónupplýsingum (dátuverndarlógin).
Dagsverk hevur sína egnu dátuverndarkunning: dagsverk.fo/datuvernd.
Stutt: hetta gera vit – og hetta gera vit IKKI
Hetta gera vit
- Vit senda tær síðuna bronglaða (HTTPS). Tín IP-adressa verður brúkt til at senda síðuna til tín, men verður ikki goymd.
- Trýstir tú á FO ella EN á forsíðuni, minnist tín kagi málið, tú valdi. Tað verður bert goymt í tínum kaga og verður ongantíð sent til okkara.
- Skrivar tú til johan@reliable.fo, brúka vit teldupostin til at svara tær og til tað, tú biður um.
- Verður tú kundi hjá okkum, goyma vit roknskapartilfarið (t.d. rokningar) so leingi, sum bókhaldslógin krevur.
Hetta gera vit IKKI
- Vit seta ongi farspor (cookies) – hvørki egin ella frá øðrum.
- Vit brúka einki til hagtøl ella lýsingar – hvørki frá Google, Facebook ella øðrum.
- Síðan heintar einki frá øðrum: stavsnið, myndir og logo koma frá okkara egna ambætara.
- Á síðuni eru eingir formularar. Vit fáa bert tað, tú sjálv/ur velur at senda okkum í telduposti.
- Vit goyma ikki tína IP-adressu – uttan í tí sjáldsama føri, at ein fyrispurningur feilar inni á ambætaranum (sí part 4).
- Vit selja ongar upplýsingar og geva tær ikki víðari, uttan so at lóg krevur tað.
- Vit taka ongar avgerðir um teg sjálvvirkandi.
- Leinkjurnar til aðrar heimasíður heinta einki, fyrr enn tú trýstir á tær, og siga ikki síðuni, sum tú fert til, at tú komst frá okkum.
Hvør hevur ábyrgdina?
Dátuábyrgdari er Reliable Solutions, V-tal 666904, einstaklingavirki v/ Jóhan Abrahamsen, 490 Strendur. Tá ið vit í hesi kunning siga „vit“, meina vit Reliable Solutions.
Spurningar um persónupplýsingar sendir tú til johan@reliable.fo. Sambandsupplýsingarnar standa eisini niðast í kunningini.
Vit hava ikki tilnevnt eitt dátuverndarfólk, tí tað er ikki krav fyri eina fyritøku sum okkara (§ 53).
Hvørjar upplýsingar, og hví?
1. Vitjandi á reliable.fo
- Tá ið tú opnar síðuna, fær ambætarin tína IP-adressu og tað, sum kagin sendir við (t.d. hvørja síðu tú biður um, slag av kaga og mál). Tað verður brúkt til at senda síðuna til tín, men verður ikki goymt: ambætarin hevur ongan atgongdarlogg.
- Bert um ein fyrispurningur feilar inni á ambætaranum, kann IP-adressan verða skrivað í feilloggin, sum verður skrivaður yvir av sær sjálvum.
- Eldveggurin á ambætaranum skrivar niður sambond, sum hann steðgar.
- Skrivar tú reliablesolutions.fo uttan www, kann fyrispurningurin fara um ein ambætara hjá Key-Systems GmbH (sí part 6).
- Í teldubrøvum frá okkum er logoið í undirskriftini ein mynd, sum verður heintað frá reliable.fo, tá ið teldubrævið verður víst. Tá fær ambætarin IP-adressuna hjá tí, sum lesur (ella hjá teldupostveitaranum), á sama hátt, sum tá ið tú vitjar síðuna, men hon verður ikki goymd. Myndin er tann sama fyri øll, so vit kunnu ikki síggja, hvør hevur latið teldubrævið upp.
Endamálið er at senda tær síðuna og at halda ambætaran tryggan.
2. Málið, tú velur
- Trýstir tú á FO ella EN á forsíðuni, goymir tín kagi valið (føroyskt ella enskt), so síðan vísir sama mál næstu ferð. Tað verður bert goymt í tínum kaga og verður ongantíð sent til okkara (sí part 9).
3. Teldupostur, tú sendir okkum
- Skrivar tú til johan@reliable.fo (ella johan@reliablesolutions.fo), fáa vit títt navn og tína teldupostadressu, tað, tú skrivar, og fílur, tú sendir við – umframt tað, sum teldupostskipanirnar sjálvar leggja afturat (t.d. nær og frá hvørjum ambætara teldubrævið varð sent).
- Tað er heilt frívilligt at skriva til okkara, og tú velur sjálv/ur, hvat tú skrivar. Send ikki P-tal ella viðkvæmar upplýsingar (t.d. um heilsu) í vanligum telduposti.
Endamálið er at svara tær og at gera tað, tú biður um.
4. Kundar
- Verður tú kundi hjá okkum: navn, sambandsupplýsingar, teldupostur um uppgávuna, avtalan, rokningar og annað, tú gevur okkum.
- Fyri at vit kunnu gera avtalu og senda rokning, mugu vit hava títt navn og tínar sambandsupplýsingar. Uttan hesar upplýsingar kunnu vit ikki gera avtaluna.
Endamálið er at veita tænastuna, at hjálpa og at senda rokning.
Heimild fyri viðgerðini
- At senda síðuna og at verja ambætaran (IP-adressa, feilloggur og eldveggur): okkara heimilaða áhugamál í at kunna vísa síðuna og halda hana trygga (§ 8, stk. 1, nr. 6).
- At minnast málið, tú velur: okkara heimilaða áhugamál í, at síðan minnist tað, sum tú sjálv/ur hevur valt (§ 8, stk. 1, nr. 6). Tað verður bert goymt í tínum kaga, og tú kanst strika tað, nær tú vilt.
- Teldupostur, tú sendir okkum: at gera tað, tú biður um, áðrenn ein møgulig avtala verður gjørd (§ 8, stk. 1, nr. 2), og annars okkara heimilaða áhugamál í at kunna svara teimum, sum skriva til okkara (§ 8, stk. 1, nr. 6).
- Kundar: avtalan við kundan (§ 8, stk. 1, nr. 2) og skyldan at goyma roknskapartilfar sambært bókhaldslógini (løgtingslóg nr. 23/2018 um bókhald, § 13) (§ 8, stk. 1, nr. 3).
Vit meta, at tíni áhugamál ikki ganga fram um hesi heimilaðu áhugamál, tí IP-adressan bert verður brúkt til at senda síðuna og verja ambætaran, málvalið bert verður goymt í tínum kaga, og vit bert brúka teldupostin til tað, tú sjálv/ur skrivar um.
Eingin av hesum viðgerðum byggir á samtykki.
Hvør viðger upplýsingar fyri okkum, og í hvørjum londum?
Hesi fyritøkur viðgera upplýsingar fyri okkum (dátuviðgerar):
- Hetzner Online GmbH (Týskland): ambætarin, sum sendir síðuna, er í Nürnberg í Týsklandi. Hetzner tekur harumframt avrit av øllum ambætaranum.
- Google (Google Workspace): teldupostkassin johan@reliable.fo er hjá Google. Google kann goyma og viðgera teldupostin í londum uttan fyri ES/EBS, eisini í USA. Londini standa á listanum hjá Google yvir undirdátuviðgerar (á enskum).
Týskland er í ES, og at flyta upplýsingar til ES/EBS-lond krevur ikki serligt loyvi (§ 59).
USA og fleiri onnur lond, har Google viðger teldupost, eru ikki á listanum yvir triðjalond, sum hava nøktandi verndarstøði (kunngerð nr. 175/2020, sum broytt við kunngerð nr. 62/2022), og eru tí ótrygg triðjalond. Dátuviðgerðaravtalan hjá Google hevur standardásetingarnar hjá ES-nevndini, men tær eru knýttar at GDPR (ES) og lógini í Sveis. Vit hava enn ikki fingið váttað, at tær eisini eru grundarlag fyri flutninginum úr Føroyum (§ 61, stk. 2, nr. 2). Tá ið tað er avgreitt, dagføra vit hesa kunning.
Skrivar tú reliablesolutions.fo uttan www, kann tað vera ein ambætari hjá Key-Systems GmbH (skrásett í Týsklandi), sum sendir teg víðari til reliable.fo. Hann fær tá tína IP-adressu og fyrispurningin. Vit vita ikki, í hvørjum landi ambætararnir hjá Key-Systems eru.
Vit selja ongar upplýsingar og geva tær ikki víðari, uttan so at lóg krevur tað, t.d. frá almennum myndugleikum.
Hvussu leingi verða upplýsingarnar goymdar?
- IP-adressan, tá ið tú vitjar síðuna: verður ikki goymd.
- Feilloggurin á ambætaranum verður skrivaður yvir av sær sjálvum, tá ið hann er fullur (5 fílur av 10 MB). Við teirri ferðslu, sum er á ambætaranum, kann tað taka fleiri mánaðir.
- Loggurin hjá eldvegginum verður goymdur í umleið 5 vikur. Somu linjur standa eisini í systemd-logginum á ambætaranum, sum verður skrivaður yvir, tá ið hann er fullur.
- Hetzner tekur harumframt avrit av øllum ambætaranum, sum verða goymd í 7 dagar.
- Key-Systems (reliablesolutions.fo uttan www): vit vita ikki, hvussu leingi Key-Systems goymir IP-adressuna og fyrispurningin.
- Málið, tú velur: í tínum kaga, til tú broytir tað ella strikar tað.
- Teldubrøv til okkara verða strikað, tá ið vit hava avgreitt tað, tú skrivar um, og í seinasta lagi eftir 2 ár – uttan tey, sum bókhaldslógin krevur, at vit goyma.
- Kundar: avtalan, sambandsupplýsingar og teldupostur um uppgávuna verða goymd, so leingi tú ert kundi.
- Roknskapartilfar (t.d. rokningar): 5 ár frá endanum á roknskaparárinum (løgtingslóg nr. 23/2018 um bókhald, § 13).
Trygd
- Síðan verður bert send bronglað (HTTPS). Byrjar adressan við http://, er fyrsti fyrispurningurin ikki bronglaður, men ambætarin sendir teg beinanvegin víðari til https://.
- Skrivar tú reliablesolutions.fo uttan www, kann fyrsti fyrispurningurin fara um ein ambætara hjá Key-Systems, og hann er tá heldur ikki bronglaður (sí part 6).
- Ambætarin er í ES, verður dagførdur sjálvvirkandi, og atgongd er bert við persónligum lykli.
- Síðan hevur ongar formularar og heintar einki frá øðrum.
- Um okkurt gongur galið (trygdarbrot), boða vit Dátueftirlitinum frá uttan óneyðugt drál og um gjørligt innan 72 tímar, tá krav er um tað (§ 47). Er stórur váði fyri teg, fært tú eisini boð (§ 48).
Farspor og goymsla í tínum kaga
Síðan setur ongi farspor (cookies) og brúkar einki til hagtøl ella lýsingar. Tað einasta, sum síðan goymir á tínum tóli, er málið, tú velur:
- Navn
reliable-lang- Hvat
- Minnist málið, tú valdi (føroyskt ella enskt).
- Hvar
- Bert í tínum kaga (localStorage). Tað verður ongantíð sent til okkara.
- Varir
- Til tú broytir ella strikar tað.
Tað verður bert goymt, tá ið tú sjálv/ur trýstir á FO ella EN á forsíðuni. Vilt tú hava tað burtur, kanst tú strika dátur fyri reliable.fo í stillingunum á kaganum. Knøttarnir FO og EN her í kunningini goyma einki.
Tað er bert ein stilling, sum tú sjálv/ur velur, og hon fer ongantíð av tínum tóli. Tí biðja vit ikki um samtykki til tað.
Tíni rættindi
Sambært kapittul 4 í dátuverndarlógini hevur tú hesi rættindi:
- Rætturin til kunning (§§ 23–25) – t.d. hesa kunningina.
- Rætturin til innlit (§ 26) – at fáa at vita, hvørjar upplýsingar vit hava um teg.
- Rætturin til rætting (§ 27) – um okkurt er skeivt.
- Rætturin til striking (§ 28) – tá ið eingin grundgeving longur er fyri at goyma upplýsingarnar.
- Rætturin til viðgerðaravmarking (§ 29).
- Rætturin til dátuflutning (§ 31) – at fáa tínar upplýsingar í einum vanligum sniði.
- Rætturin til ikki at vera fyri avgerðum, sum eru grundaðar á automatiska viðgerð (§ 35). Vit taka ongar slíkar avgerðir.
Rætturin til at mótmæla (§§ 32–33)
Tú kanst til eina og hvørja tíð mótmæla viðgerð, sum byggir á eitt heimilað áhugamál (§ 8, stk. 1, nr. 6) – t.d. feillogginum, ella at vit goyma teldupost, tú hevur sent okkum – av grundum, sum snúgva seg um tína serligu støðu. Tá steðga vit viðgerðini, uttan so at vit kunnu vísa á týðandi heimilaðar orsakir til hana, sum ganga fram um tíni áhugamál, ella at hon er neyðug fyri, at rættarkrøv kunnu sannast, gerast galdandi ella verjast.
Vilt tú nýta tíni rættindi, skriva til johan@reliable.fo. Vit svara uttan óneyðugt drál og í seinasta lagi innan fýra vikur. Er fyrispurningurin serliga umfatandi, kann freistin verða longd við upp til átta vikum; tá boða vit tær frá innan fýra vikur og siga hví (§ 21, stk. 3). Tað kostar einki.
Klaga til Dátueftirlitið
Heldur tú, at persónupplýsingar um teg ikki verða viðgjørdar sambært dátuverndarlógini, kanst tú klaga til Dátueftirlitið (§ 76).
Dátueftirlitið Heiðavegur 25, FO-600 Saltangará +298 30 91 00 · dat@dat.fo www.dat.foBroytingar
Vit dagføra hesa kunning, hvørja ferð vit broyta, hvat vit goyma ella gera við persónupplýsingar. Dagurin ovast vísir, nær hon seinast varð dagførd.